Mistu tvær døtur av ókendari sjúku

Hildibrandur og Margreth Olsen hava seinastu fimm árini jarðað tvey smábørn. Báðar doyðu tær av somu ókendu sjúku, 10 mánaðir gamlar.

Hildibrandur og Margreth Olsen hava seinastu fimm árini jarðað tvey smábørn. Fyri fimm árum síðani doyði lítla dóttir teirra Rebekka, einans 10 mánaðir gomul, av ókendari sjúku. Læknarnir vistu ikki, hvat bagdi henni, og kundu tí ikki hjálpa henni. 

 

At missa eitt barn er helst marran hjá øllum foreldrum, og mangan verður tikið til, at eingin foreldur eiga at fara gjøgnum tí uppliving at jarða síni egnu børn. Í teimum orðunum hómast ein kensla av órættvísi yvir, at nakar skal uppliva eina so harða lagnu. 

 

Men fyri lítlu familjuna Olsen hendi tað ikki bara eina ferð, tí fimm ár seinni endurtók søgan seg.

 

Í vikuskiftisSosialinum er ein long samrøða við hjúnini Hildibrandur og Margreth Olsen. Tey greiða frá, hvussu tað var at missa Rebekku og hvussu friður Guds hjálpti teimum gjøgnum sváru tíðina. Tey greiða eisini frá avgerðini at fáa eitt barn afturat og hvussu hart tað var at missa Elisabeth, eisini 10 mánaðar gomul. 

 

VikuskiftisSosialurin er at fáa um alt landið í morgin.