Mjølnir á gullkós

Tað sær ómetaliga gott út hjá Mjølnir í meistaradeildini hjá kvinnum, eftir at nærmastu kappingarneytarnir úr TB snávaðu á heimavølli móti Drátti.

Kvinnurnar hjá Mjølnir hava sera góð útlit fyri at endurvinna meistaraheitið hjá sær í meistaradeildini. Hetta gjørdist greitt sunnudagin, tá ið arvafíggindarnir og nærmastu kappingarneytarnir úr TB rættuliga óvæntað snávaðu fyri Drátti í Trongisvági.

Gysari
Bæði TB og Dráttur høvdu annars verið í dysti leygardagin eisini. Dráttur hevði á heimavølli vunnið ein tryggan 3-0 sigur á ÍF, har tað ongantíð stóð á hjá vágaliðnum at vinna settini.
Hinvegin gekk tað meiri striltið hjá TB, sum var og vitjaði KÍF í Hoyvíkshøllini. Annað vikuskiftið á rað noyddist TB út í ein harðan trýsettara móti einum av lægru liðunum, og tey flestu av settunum vóru rættuliga tøtt, og neyðugt var við fleiri umbóltum, til ein avgerð fall.
Dysturin sunnudagin í Trongisvági gjørdist ein sannur gysari. Væluppløgdu kvinnurnar úr Vágum vístu beinan vegin heimaliðnum, at tær ætlaðu sær ikki tómhentar norður um Suðuroyarfjørð aftur.
Fyrsta settið var rættuliga javnt, men tað var útiliðið, ið dróg longra stráið og vann settið 25-23. Síðani tók heimaliðið sær um reiggj og vann næsta settið sannførandi 25-17, og so stóð á jøvnum 1-1 í settum!
Triðja settið gjørdist heldur ikki nakað serliga spennandi, men hesaferð vóru tað tó tær úr Drátti, ið vóru omaná og vunnu settið 25-20. Var triðja settið lítið spennandi, so var tað fjórða beint tað øvugta. Dráttur kundi við at vinna settið tryggja sær sigurin, og tær høvdu eisini nakrar matchbóltar, men nærri komu tær ikki í tí settinum, sum TB eftir drúgva tíð vann 31-29!
Tískiil var neyðugt við einum javnbrótara í fimta setti, og hann gjørdist ikki minni spennandi. At enda var tað tó útiliðið úr Vágum, sum vann javnbrótaran 16-14, og harvið settu tær av álvara ein stóran kíla í gulldreymarnar hjá TB.

- Einki er avgjørt
Við sigrinum hjá Drátti á TB bendir alt nú á, at Mjølnir fer at endurvinna meistaraheitið. Í Klaksvík fegnast tey sum vera man um sigurin hjá Drátti, men ein av royndaru leikarunum hjá Mjølnir, Vera Larsen, sigur tó, at enn er einki avgjørt.
- Vit hava dystir eftir móti bæði TB og Drátti, so enn er einki avgjørt, sigur Vera Larsen. Hon heldur, at um tær tapa komandi sunnudagin móti Drátti í Klaksvík, sær tað bráddliga heilt gott út hjá Drátti.
Vera sigur, at Mjølnir hevur roynt at fingið dystin móti Drátti útsettan, tí at ein tann mest týðandi leikarin hjá teimum, bulgarska Zacki, er farin til heimlandið hjá sær av persónligum orsøkum, og hana vilja tær fegnar hava við í dystinum móti Drátti.
Spurd, um Dráttur er ein hóttan hjá teimum, sigur Vera: - Dráttur hevur Ninu, og um hon hevur ein góðan dag, kunnu tær koppa øllum liðum. Hinvegin er tað so, at fær man steðgað Ninu, so steðgar Dráttur eisini, sigur Vera Larsen.
Sjálvar vóru tær í Mjølnir um vikuskiftið í dysti ´í Sørvági, har tær vunnu 3-1 á botnliðnum SÍ.
- Vit vunnu gott nokk í Sørvági, men tað hevur gingið sera striltið móti lægru liðunum í seinastuni. Eg veit ikki heilt hvat tað er, men tað tykist sum um, at vit hava ilt við at motivera okkum móti lægru liðunum, sigur Vera Larsen og leggur afturat, at tað manglar spenningur í kappingini, og tað førir við sær, at man hevur ilt við at motivera seg.

TB-Dráttur 2-3 (23-25, 25-17, 20-25, 31-29, 14-16)
SÍ-Mjølnir 1-3 (20-25, 25-22, 12-25 og 19-25)
KÍF-TB 2-3
Dráttur-ÍF 3-0 (25-19, 25-17 og 25-13)