Mjølnir kom ov seint í gongd

(Rás2) Hoyr Ásu Frederiksberg hjá Mjølnir taka samanum 1-3 steypahálvfinalutapið ímóti Drátti

Tað verða Dráttur og Fleyr sum møtast í steypafinaluni hjá kvinnum í flogbólti í høllini á Hálsi. Finalan verður leikt leygardagin 24. februar.

 

Dráttur vann 3-1 á Mjølnir í hálvfinaluni, sum var leikt í KÍ-høllini. Settmunurin var 25-21, 25-17, 19-25 og 25-16.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna frásøgumaðurin hjá Rás2, Óli G. Samuelsen gjørdi við Ásu Frederiksberg hjá Mjølnir.

 

Ása Frederiksberg heldur, at Mjølnir kom ov seint í gongd við tí góða spælinum. Tað bragdaði í triðja setti, men Mjølnir fekk ikki servuspælið at koyra í dag, staðfestir Ása Frederiksberg.

 

Frásøgnin hjá Óla G. Samuelsen av teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum, og samanumtøkan hjá Kristiani Mikkelsen, viðmerkjara hoyrist HER

 

Samrøðan Óli G. Samuelsen gjørdi við Petru Sunadóttir Hansen hjá Drátti aftaná dystin hoyrist HER