Mjølnir skal hitta ÍF

Hjá monnunum gjørdist tað ÍF, sum vann Mjølnir-kappingina í flogbólti, og sostatt hava fuglfirðingarnir tryggjað sær atgongd til steypafinaluna hjá monnum.

Í finaluni skulu teir hitta vinnararnar frá í fjør, Mjølnir, sum vunnu kappingina, sum Fleyr skipaði fyri í heyst. Mjølnir er eisini oddalið í landskappingini hjá monnum.