Mjølnir-TB (Kvinnur) 3-0: Hoyr avgerandi bóltarnar og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Rannvá Berg í Heiðunum hjá TB og Eriku Færø Højgaard hjá Mjølnir seta orð á ein greiðan heimasigur

(Mjølnir-TB 3-0: Hoyr avgerandi bóltarnar og samrøður við Eriku Færø Højgaard og Rannvá Berg í Heiðunum)

Landskappingin í flogbólti í meistaradeildini hjá kvinnum bleiv fyrr í dag skotin í gongd við tveimum greiðum 3-0 sigrum.

Vesturi í Sørvági vann KÍF greitt 3-0 á SÍ. Settmunurin var 19-25, 14-25 og 16-25.

Í Badmintonhøllini í Klaksvík vann Mjølnir eisini ein greiðan 3-0 sigur á TB. Settmunurin var 25-9, 25-16 og 25-15.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Jóhann Lützen var viðmerkjari.

2) Hoyr viðmerkjaran, Jóhann Lützen taka samanum ein greiðan heimasigur. Tó rósti Jóhann TB fyri at stríðast væl í øðrum og í triðja setti.

3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Rannvá Berg í Heiðunum hjá TB, ið ikki er so vónbrotin av at tapa dystin, men heldur vónbrotin um, at tær í TB ikki vunnu fleiri stig, og vónbrotin um, at álopsspælið ikki riggaði betur hjá TB í dag.

4) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Eriku Færø Højgaard hjá Mjølnir, ið er fegin um at vinna ein greiðan heimasigur. Erika heldur, at hon og liðfelagarnir hava góðar og spennandi dagar við leikandi venjaranum, Anu Bogdanovic sum krevur nakað av spælarunum uppá tann góða mátan, men samstundis hevur nakrar góðar og spennandi avbjóðingar til spælararnar. 

Í morgin klokkan 13 spæla Dráttur og Fleyr í ítróttarhøllini á Giljanesi. 

(Mjølnir-TB 3-0: Hoyr avgerandi bóltarnar og samrøður við Eriku Færø Højgaard og Rannvá Berg í Heiðunum)