Mjølnir-ÍF 2-0
Mjølnir tykist verða komið á beint í meistaradeildini hjá monnum, nú fyrsti partur av landskappingini er um at vera runnin.
Tá byrjað verður aftur eftir nýggjár vera stigini býtt í helvt, og haðani verður so kappast um meistaraheitið og niðurflyting.
Tí er skaðin ikki so stórur, um tað ikki bara hevur gingið við higartil í ár, og tað er synd at siga, at klaksvíkingar hava havt eydnuna við sær tá á hevur staðið.
Fyri einum mánaði síðan leiktu teir móti ÍF í einum dysti, sum væntandi var, at Mjølnir fór at vinna.
Men sum so ofta, so fær »verra« liðið í einum slíkum dysti sítt orð at siga, og ÍF átti eisini seinastu orðini í seinasta javnbrótaranum.
Teir vunnu hann og tískil eisini dystin.
Tí hevði Mjølnir nakað at hevna í dystinum hetta vikuskifti, og tað var júst hetta teir gjørdu.
Kortini var tað ikki uttan trupulleikar, tí Mjølnir kom ongantíð í gongd í fyrsta setti.
Í hvussu er ikki fyrr enn ÍF var komið so væl í gongd, at teir ikki fingust aftur.
Í øðrum setti gjørdi Mjølnir bart, og vísti ÍF hvar skápið skuldi standa.
Í javnbrótaranum um fyrra hálvleik var Mjølnir eisini betra liðið og vann 7-3. Eftir hetta helt Mjølnir beina leið eftir sigrinum, og nú var tað ÍF, sum als ikki kláraði at fylgja við.
Tykjast hava
funnið stevið
Hóast Mjølnir eins og í dystinum móti SÍ tapti fyrsta sett, so ber hesin dysturin greið boð um, at teir eru um at hava funnið stevið í landskappingini.
Borko Ilic spælir við slíkum eldhugi, sum valla er sæddur her á landi áður.
Skjótur hvønn vegin sinnisliga, men ein avbera góður flogbóltsleikari.
Tað, at Jóannes Poulsen hevur størri týdning fyri Mjølnir, enn vit síggja í løtuni, tí Jóannes er ein ótrúliga týdningarmikil leikari fyri klaksvíkingar.
Í dystinum leygardagin hevði hann yvirtikið plássi frá Trygva, sum spældi á kantinum.
Um hetta verður vanliga plássi hjá liðskiparanum framyvir vita vit ikki, men við royndunum hjá Trygva í huga, er eingin ivi um, at hann eisini klárar tað, tí hann hevur ótrúliga gott eyga fyri spælinum.
Hjá fuglfirðingum er støðan tann sama sum hon var fyri einum mánaði síðan, og tað merkir, at hon er ikki góð.
Frágongdin merkist alt ov væl, og serliga sæst tað tá liðið spælir á útivølli.
Men teir hava vunnið onkran dyst, og kunnu tí ikki avskrivast frammanundan. Men tað er tó eingin loyna at teir fara at fáa tað sera trupult í kappingini framyvir