Tað sigur Katrin Dagbjartsdóttir í samrøðu við Sosialin. Hon er ein teirra, sum hevur mist stuðulin til avlamisbil, tí at landskassin skal spara eina til hálvaaðru millión á fíggjarlógini.
Hon heldur, at politiska avgerðin er eitt dømi um afturstig í lóggávu, sum ger sterk fólk veik og avbyrgir fólk við breki.
– Hetta rakar meg ordiliga hart. Eg skilji ikki, hví Løgtingið velur at spara eina til hálvaaðru millión krónur um árið, tá avleiðingin er, at tey gera fólk óhjálpin. Eg havi havt bil eftir hesi hesum treytum, síðani eg var 18 ár. Tað er kanska ein stuðul upp á 100.000 krónur yvir 10 ár, og á tann hátt fái eg hjálpartólið, sum í mínum føri er bilurin, sigur Katrin Dagbjartsdóttir.
Katrin Dagbjartsdóttir hevur viðføtt likamsbrek. Er illa gongd, og nýtir alt oftari høkjurnar. Kortini hevur hon altíð verið sjálvbjargin. Hevur útbúgving, og hevur starvast sum lærari alt sítt vaksna lív. Tey seinastu árini á Skúlanum á Fløtum.
Fyri okkum onnur at síggja er bert eitt hanagleiv frá arbeiðsplássinum og til heimið Undir Gráasteini, har hon húsast sum einsamøll mamma við tveimum hálvvaksnum dreingjum. Men fyri tann fyrrverandi føroyska HM-gullsvimjaran er teinurin væl meira enn beinini megna at bera hana. Og tí er bilurin, sum stendur í skúlatúninum, trygdin fyri einum vanligum gerandisdegi.
Bilurin er mítt hjálpartól
– Um tú manglar eitt hálvt bein, so fært tú eina protesu, sum kostar eina hálva millión. Og sjálvandi skalt tú tað. Tí protesan er tá títt hjálpartól. Í mínum føri er bilurin hjálpartólið. Eg klári næstan alt, tí at eg havi bilin. Uttan bilin, so má eg hava hjálp til alt uttanfyri heimið: Frítíðarítriv, koyring av synunum til ítrótt - og annað, og kanska eg ikki fái arbeitt uttan bilin. Hetta er at gera tey sterku veik, og tað er ikki skilagóður politikkur, vísir Katrin Dagbjartsdóttir á.
Fyri hana er talan um eina lítla og sera óumhugsaða sparing á fíggjarlógini. Eitt inntriv, sum í veruleikanum ikki verður nøkur sparing fyri fólk og samfelag, men tvørturímóti kann fáa stórar og ólukkuligar fylgjur.
Katrin Dagbjartsdóttir sigur, at tað fyrsta, hon hugsaði, tá hon hoyrdi um lógarbroytingina var, at her talan um eina misskiljing.
– Tí tað kundi ómøguligt passa. Fyri meg er bilurin so avgerandi í lívinum, at eg verði snøgt sagt avlamispensjonistur, um eg ikki havi bil. Bilurin er mín lívlína til ein vanligan gerandisdag, sigur hon.
Lesið nógv meira um málið í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið - og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##