Mild og slavin luft streymar inn yvir Føroyar av útsynningi. Í morgin og ovurmorgin fer eitt lágtrýst inn yvir Ísland og eitn veik kuldabrúgv haðani fer framvið í nátt, áðrenn tað eitt skifti kemur eitt kaldari rák inn yvir okkum av vestri. Síðani koma nýggj brúgvaløg við regni inn yvir okkum um vikuskiftið.
Veðrið í dag
Lot til andøvsgul av vestri og útsynningi, 3 til 7 m/s, sum um kvøldið makar í lot til gul av suðri, undir 6 m/s. Yvirhøvur skýggjað og mjørki í støðum, men um dagin klárar møguliga í og onkustaðni sær sólin. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig, um náttina um 10 stig.
Í morgin
Lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 2 til 7 m/s, sum øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, og um náttina snarar í ein útsynning. Yvirhøvur skýggjað og mjørki í støðum, um náttina fer at regna. Hitin um dagin millum 10 og 14 stig, um náttina millum 8 og 10 stig.
Hósdagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og fyrrapartin okkurt æl. Hitin um dagin millum 10 og 12 stig, um náttina millum 8 og 10 stig.
Fríggjadagin
Hann makar vindin í gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s, um náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul av útsynningi og suðri, 2 til 6 m/s. Turt og sum frá líður sólglottar, men um náttina dregur aftur samanum. Hitin millum 8 og 12 stig.
Leygardagin
Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s, um kvøldið av útsynningi og vestri. Samdrigið og regn, men um kvøldið klárar í, tó okkurt æl. Hitin millum 8 og 12 stig.
Sunnudagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin millum 8 og 12 stig.