Tú kennir tað. Tú hevur júst lagt allar vørurnar á kassabandið í einum av matvøruhandlunum og fært ein hvøkk, tá tú hoyrir prísin. Hetta var jú bert ein posi av vanligum gerandisvørum, sum breyð, mjólk og onkrari einstakari frukt.
Tíverri eru alt ov nógv, sum kenna hesa støðu. Fært tú ikki høga løn, so veitst tú, at hvør króna telur, og lønin skal helst røkka allan mánaðin, so tú og familjan fáa mat á borðið.
Støðan er ótrúliga trupul hjá familjum við lág- og meðalinntøku. Umframt matin eru jú allar vanligar útreiðslur – so sum bústaður, tannlækni og aðrar rokningar, og tá kann lønin skjótt verða uppbrúkt.
Tíðin er komin til, at føroyingurin og barnafamiljan fáa ein bíligari gerandisdag, har tað verður lættari at fáa endarnar at røkka saman.
Seinastu árini eru avgjøld løgd á tær »ósunnu« vørurnar, men so at siga einki er hent, tá ið tað snýr seg um vanligar gerandisvørur og sunnar vørur, sum tað verður mælt okkum til at eta.
Samfelagið leggur upp til sunnari matvanar við at leggja avgjøld á ósunnu vørurnar. Men sjálvandi eiga vit eisini at arbeiða fram ímóti at
· Frukt
· Breyð
· Mjólk
gerast bíligari. Hetta fer at bjarga nógvum dagin og lætta væl um í tí dagliga.
Bílig parfuma lættir ikki um gerandisdagin hjá føroysku familjuni, men tað gera bíligari matvørur.
FOKUS AFTUR Á FÓLKIÐ!
John av Reyni
Valevni Javnaðarfloksins