Besta mans- og kvinnuliðið hjá Kyndli fingu bæði nýggjan málverja undan hesum kappingarárinum, og eingin ivi er um, at talan hevur verið um framúr styrk.
Kristina Griksaite hevur spælt við fleiri ymsum feløgum, síðani hon í 2000 kom til Søljuna, sum júst varð flutt upp, og øll árini hevur hon verið roknað millum stinnastu málverjarnar í landinum. Í ár hevur fleiri ferðir nevnt, at hon er kanska týdningarmesti spælarin hjá greipuvinnarunum úr Kyndli, og so er ikki tað stóra at siga til, at hon var kappingina framman fyri Fríðu Petersen og Macky, sum báðar eru at finna hjá grannunum í Neistanum.
Hjá monnum eydnaðist Kyndli at vinna steypakappingina. Bæði í steypafinaluni í í nógvum øðrum dystum prógvaði Mladen síni framúr evni sum málverji, og tað hava spælarar og venjarar kring landið nú kvittað fyri. Saman við Mladen kappaðust Mikkjal Hansen úr Neistanum og Levi Nybo úr StÍF.