Mladic fyri rættin í dag

Í dag kemur fyrrverandi bosniaserbiski generalurin Ratko Mladic fyri tann krígsbrotsmannadómstólin í Haag, sum tekur sær av málum viðvíkjandi gamla Jugoslavia.

Tann 69 ára gamli Mladic fjaldi seg aftan á borgarakríggið í Bosnia í 1995, men varð tikin í Serbia fyri einum ári síðani og sendur til Haag. Har er hann ákærdur fyri krígsbrotsverk, eitt nú hópdrápið í bosniska býnum Screbrenica í juli í 1995, tá hermenn hansara myrdu næstan 8.000 menn og dreingir.

Mladic sigur seg vera ósekan. Verjar hansara royndu at fáa málið útsett, men tað vildi dómstólurin ikki.

Ratko Mladic fekk blóðtøpp í heilan fyri nøkrum árum síðani, og heilsan er ikki góð. Fleiri av teimum, sum kenna hann, bera ótta fyri, at hann doyr, áðrenn dómur fellur í málinum ímóti honum.