Model av Fossánes avdúkað í Leirvík

Minnisløta og avdúking av modelinum av Fossánes verður í bátasavninum í Leirvík Minnisløtan byrjar klokkan 16 í dag í bátasavninum í Leirvík.

Tað er Valdemar Hansen í Havn, sum hevur gjørt modelið av Fossánes, sum fórst undir Íslandi í 1938. Nógvir av manningini vóru úr Leirvík.

Tað er leirvíkingurin, Arne Vatnhamar, sum letur modelið til bátasavnið í heimbygdini, Leirvík.

Fyrireikarnir vóna at síggja eftirkomarar og avvarðandi hjá teimum, sum fórust við Fossánes til minnisløtuna í bátasavninum klokkan 16. Aftaná minnisløtuni og avdúkingina av skipsmodelinum verður ein drekkamuður til tey, sum koma at vitja í bátasavninum í Leirvík í dag.