Sum kunnugt, so vóru fleiri føroyskar gentur fyri stuttum í New York, har tær luttóku í stórari modellkapping.
Hevur ávirkað gerandisdagin
Ein av gentunum, sum var við á ferðini, er 17 ára gamla Gunnvá Patursson úr Havn.
Gunnvá greiður frá, at upprunin til ferðina var, tá Kolbrún Aðalsteinsdóttir, Kolla, fyri umleið einum ári síðani kom til Føroyar, fyri at leita eftir nýggjum andlitum, sum hon kundi nýta í virki sínum, Icelandic Models.
Tað var rættuliga skjótt, at hon hevði funnið fleiri gentur, sum hon metti høvdu útsjóndina við sær, og eisini varð onkur sáttmáli gjørdur beinanvegin.
Síðani hetta, hevur hon verið nakrar ferðir her á landi, har hon umframt at finna fleiri evni til modell, eisini hevur havt venjingar við føroyingum, og tað var á einum av hesum ferðum, at hon nevndi møguleikan fyri at fara til New York á vári 2000.
Gunnvá greiður frá, at hetta sjálvsagt hevur verið ein uppliving, sum hon líka síðani hevur glett seg til, líka síðani boðini komu, men hetta hevur eisini viðført, at hetta hevur ávirkað gerandisdagin.
Eitt nú noyddist hon at gevast við fótbóltinum, tí tað nyttar jú einki at ganga modell, um tú hevur greflig sár á beininum, og eisini vórðu aðrar avmarkingar settar í gerandisdegnum, serliga hvat viðvíkur náttarlívinum.
Ókeypis var ferðin heldur ikki. Íroknað lummapening mundi talan verða um út við 30.000 kr., sum fyrst skuldu fáast til vega, um luttøkan skuldi gerast veruleiki.
Sammett við orsøkina, var alt hetta tó til at liva við, og 11. apríl fóru Gunnvá og 10 aðrar føroyskar gentur so til Íslands, har tær skuldu búgva hjá Kollu í fýra dagar, áðrenn farið var til New York.
Einsamallir vóru tær tó ikki. Genturnar vóru við í einum íslendskum bólki, sum saman við føroysku luttakarunum var undir leiðslu av Kollu. Harumframt vóru eisini fýra føroysk hjálparfólk við á ferðini,. umframt íslendsk hjálparfólk, so øll skuldu kent seg so trygg sum gjørligt.
Nógv venjing
Kolla er búsitandi í Reykjavík, men føroysku genturnar fingu kortini ikki nógva tíð at kunna seg um lívið í íslendska høvuðsstaðnum.
Sama kvøld, sum tær komu til Íslands, fóru tær beina leið til venjingar, og hetta helt fram allar fýra dagarnar, sum tær vóru har yviri. Eisini vandu tær sama dagin, sum tær skuldu til USA, so rundferðin Reykjavík mátti bíða til heimferðina.
Sum nevnt vóru tær fýra dagar í Íslandi, og endiliga upprann so dagurin, tá kósin varð sett móti New York.
Sum nevnt, so var talan als ikki um nakra feriu í Íslandi, og sambært Gunnvá, so var talan so sanniliga heldur ikki nakra feriu í amerikanska stórbýnum.
Tað kundi ein annars hildi, tá tað varð greitt, at tær skuldu búgva í víðagitna og risastóra Waldorf hotellinum í New York, men genturnar fingu beinanvegin at vita eina rúgvu av reglum, har sagt varð, hvussu tær skuldu bera seg at á hotellinum. Einki tyggigummi, einki rennarí og fjasarí á gongunum o.s.fr.
Fyrsta dagin kundu tær tó taka sær eitt sindur av løttum, og fingu tær tá høvið til at hyggja eitt sindur at stórbýnum, umframt at tær eisini ótu á eini matstovu, har gestirnir skuldu ímynda sær, at tey vóru stødd á mars. Marsmenn tóku ímóti teimum, og yvirhøvur var alt á staðnum bygt, eins og leikpallirnir í kendur rúmdarfilmunum.
Nógvir vinningar
Longu annan dagin byrjaði kappingin. Tilsamans vóru einir 2.000 luttakarar í kappingini, so genturnar fingu frammanundan at vita, hvørjum bólki tær skuldu luttaka í. Býtt var upp eftir aldri og hædd, og til stuttleikar kann nevnast, at yngstu luttakararnir vóru heilt niður í 3 ár.
Kappast varð í fleiri greinum, og vórðu hesar hildnar so at siga dag um dag. Ein fyri ein trinu luttakararnir inn á pallin, har dómararnir so skuldu geva síni skoðsmál.
Arbeiðini, sum komandi modellirnar skulu gera, eru rættuliga víttfevnandi, og tí vóru eisini ein rúgva av ymsum kappingum, so sum at ganga í svimjidrakt, sýna bein síni, ganga við make up, sýngja, cat walk, myndum, sjónvarpslýsingar o.s.fr.
Gunnvá greiður tó frá, at hóast hon væl kundi hugsað sær tað, so setti hon sær ikki fyri at luttaka í øllum kappingunum. Partvíst tí hetta hevði verið dekan ov strevið, og partvíst tí tær skuldu rinda á leið 350 kr. fyri luttøku í hvørjari kappingargrein.
Hóast tær sostatt høvdu úr at gera hesar dagarnar, so var eisini nakað av tí, til at spáka ymsa staðni í stórbýnum. Langt kundu tær ikki fara, tí tað var ongantíð long tíð, áðrenn næsta luttøkan stóð á skránni.
Sum kunnugt, so fingu føroysku luttakararnir óvanliga góð úrslit. Tá heiðursmerkini seinasta kappingardagin vórðu latin á eini stórari gallaveitslu mundi fagnaðurin millum føroysku luttakararnar nærum ongan enda tikið. Ferð eftir ferð vórðu tær róptar upp á pallin, og í mun til støddina av bólkinum, vóru føroyingarnir tær, sum vunnu nógv flestar vinningar.
Stórur eftirspurningur
Eitt var, at dómararnir dámdu væl tað, sum føroysku genturnar høvdu at vísa, men umframt sjálva kappingina, høvdu ymsu modellstovurnar høvi at seta seg í samband við luttakararnar. Tað er jú hjá hesum, at eitt møguligt framtíðarstarv skal finnast, og tí var hetta kanska mest áhugaverdi parturin av kappingini.
Hetta fór fram á tann hátt, at tey vórðu bólkaði seks og seks, og síðani gingu tey runt millum ymsu borðini í risastóra salinum, sum var á hotellinum. Ymsu agentarnir hjá modellstovunum høvdu so høvi at skriva niður, hvønn tey vildu tosa meira við.
Sum vit áður hava skriva, so vóru modellstovunar altráðar eftir at koma á tal við føroysku genturnar. Tað, sum eftir var av kvøldinum, høvdu hesar úr at gera við at tosa við ymsu agentarnar. Til stuttleikar kann eisini nevnast, at hóast føroysku genturnar vóru til eitt óvanliga stórt tal av samrøðum, so megnaðu tær als ikki at tosa við øll, sum høvdu áhuga í hesum.
Hvat víðari hendir við føroysku gentunum er enn ikki fastlagt. Kolla tekur sær av teimum fyrispurningum, sum nú koma frá modelsstovunum, og sum skilst, eru hesir ikki so fáir í tali. Sostatt er tað upp til hennara at meta, hvørt talan er um eitt seriøst arbeiði, og um so er, greiðir hon gentunum frá, hvat stendur teimum í boði.
Um nakrar teirra í framtíðini verða at síggja í sjónvarpslýsingum ella á pallunum í Milano, London ella París er sjálvandi ilt at siga, men einki er at taka seg aftur í, at tær allar sum ein hava fingið eina ótrúliga uppliving við ferðini.
Komandi ár verða so møguliga aðrar gentur, sum fáa møguleikan, tí sum tað framgongur aðra staðni á síðunum, so fer Kolla aftur nú undir at leita eftir nýggjum andlitum, sum kunnu luttaka á MAAI komandi ár.