Í kvøld, hóskvøldið 18/2, heldur MonkeyRat Release Party á Mojo í Keypmannahavn. Hetta hendir í kjalarvørrinum av, at debut albumið, Fuck The Jante Law, kom út fyri stuttum. Tey framføra favorittar, so sum Sex in Wonderful Copnhagen, What A Day, Cold People,
A Heart, feat: Deborah og Pastel Shades, feat: roWan, umframt sjálvsagða tittullagið, Fuck The Jante Law.
MonkeyRat er fullmannað hóskvøldið.
Anna Iachino (Ca/It), vokal
Arnold Ludvig (Fo), bass, vokal
Alain Apaloo (Tg), gittar
Johan Kolsut (Se/Pl), trummur
Deborah (US), og roWan (Fo) serstakir gesta vokalar
Valera Iachino Durand, dóttir Annu, hevur málað listarverkið á fløguhúsanum.
Veitslan byrjar kl 18 fyri innboðnum, og fyri almenninginum kl 20 til kl 21.
Kl 22 byjar Jam Session við Arnold Ludvig, Alain Apaloo og Rasmus Lund á trummur