Monroe-filmur seldur á uppboðssølu

Tveir stuttfilmar við Marilyn Monroe verður herfyri seldir á uppboðssølu í Las Vegas fyri 285.000 krónur.

Filmsupptøkurnar vóru gjørdar í sambandi við innspælingina av filminum The Misfits. Í høvuðsleiklutunum vóru Marilyn Monroe og Clarke Gable, og hetta var seinasti filmur hjá teimum báðum. Gable doyði av einum hjartatilburði stutt eftir upptøkurnar, og Marilyn Monroe doyði nakað seinni av yvirdosis av rúsevnum.