Italiumenn vænta sær eftir øllum at døma nógv av serfrøðingastjórnini hjá Mario Monti, sum hevur fingið til uppgávu at fáa italska búskapin aftur á føtur.
Í einari meiningakanning hjá blaðnum La Republica siga 78,6 prosent av teimum spurdu, at tey styðja ta nýggju stjórnina, og sjálvur fær Mario Monti stuðul frá 83,8 prosentum. Til samanberingar kann nevnast, at stutt áðrenn Silvio Berlusconi fór frá, søgdu góð 26 prosent, at tey styðjaðu hann.
Politiskir eygleiðarar í Rom siga, at italiumenn hava álit á tí nýggja stjórnarleiðaranum, og at teir vóru vorðnir troyttir av Berlusconi.