Mikudagin klokkan 9 kemur 24 ára gamli maðurin, sum hevur sitið varðhaldsfongslaður í eitt ár skuldsettur fyri morð, fyri rættin í Føroya Rætti.
Løgreglan sigur, at talan er um eina játtanarsak, og við útvarpið í gjárkvøldið váttaði verjin hjá manninum, at tann skuldsetti játtar seg sekan. Tað merkir, at tað verður ikki nevningating, og at vitni ikki verða kallað inn.
Tað var tann 9. august í fjør, at tann tá 23 ára gamli maðurin úr Hvalba fór inn í eini hús tíðliga á morgni og stakk ein mann, sum lá og svav, tríggjar ferðir í hálsin.
Maðurin er skuldsettur eftir grein 237 í revsilógini fyri manndráp.
Linda Hesselberg, ákæri, læs á rættarfundinum 10. august í fjør upp skuldsetingina, sum var fyri at hava stungið Hjalmar Holm í hálsin tríggjar ferðir við knívi, so at hann doyði. Men tá dómarin spurdi tann 23 ára gamla, um hann játtaði seg sekan, svarði verji hansara, at skuldsetti ikki hevði tikið støðu til skuldarspurningin.
Men tað hevur hann gjørt nú, og tí verður talan um eina játtanarsak.
Tá maðurin var í grundlógaravhoyring tann 10. august í fjør bað ákærin um, at rættarfundurin fór fram fyri afturlætnum hurðum, tí hon fór at lesa upp vitnisfrágreiðingar og annað, sum ikki mátti koma út alment, tí tað fór at órógva kanningararbeiðið. Verjin mótmælti ikki. Dómrarin játtaði umbønini, og fjølmiðlafólkini vórðu koyrd út. Tí er einki komið alemnt fram um, hvat veruliga fór fram hesa feigdarnáttina í Hvalba.
Les eisini: 10 dripin í Føroyum síðani 1967
Les eisini: Tveir mans handtiknir fyri morð í Hvalba
Les eisini: Dripin í morgunballi í Hvalba
Les eisini: Misteinkiligt deyðsfall í Hvalba
Les eisini: Politiið hevur sperrað eini hús í Hvalba