Klokkan ellivu í gjár lætti HB úr Vágum. Málið við ferðini er mest spennandi fótbóltsuppgávan, sum nakað føroyskt felag nakrantíð hevur havt møguleika at loysa.
Ongantíð áður í seks ára gomlu europeisku søguni hjá føroyskum liðfótbólti er tað komið fyri, at eitt føroyskt felag er farið av landinum til seinna Europa Cup dystin við einari so góðari útgangsstøðu, sum HB hevur við til Finnlands.
? Hetta er sera spennandi. Eg skal selja pylsur fyri HB á ólavsøku, men ólavsøkudag fer linjan at ganga heit til Finnlands, og eg vil fegin átaka mær at syrgja fyri, at viðhaldsfólkini hjá okkum og allir føroyingar annars gjøgnum elektronisku fjølmiðlarnar fáa møguleika at fylgja við í, hvussu tað fer at ganga í Vaasa. Eg ivist einki í, at vit eru mong, sum fara at ganga við nervum og bíða.
Tað sigur Gunnar Mohr, formaður í HB. Hann er ikki við í lítla ferðalagnum, men hann fer at hava telefoniskt samband við Jógvan Páll Lassen, sum saman við Poul Michelsen er ferðaleiðari. Umframt teir báðar og tveir ognarrøklar eru bara seytjan spælarar og tveir venjarar við í ferðalagnum. Tá teir fóru í gjár vóru bara sekstan spælarar við. Hans á Lag noyddist at arbeiða til seint í gjárkvøldið. Í morgun fer hann av landinum, og hann verður í Finnlandi seinni í dag.
HB ferðalagið skuldi gista úti á Amager í nátt. Ætlanin var, at teir klokkan seks í gjárkvøldið skuldu venja tætt við gistingarhúsið.
Tíðliga í morgun skuldu teir fara við flogfarið beinleiðis úr Kastrup og til Vaasa. Gistingarhúsið, sum teir skulu halda til í yviri í finska býnum, liggur einar tíggju minuttir frá vøllinum, har teir í annaðkvøld skulu spæla. Í kvøld skulu teir venja á undirlagnum, har slagið skal standa í annaðkvøld klokkan seks føroyska tíð.
Karmarnir
Í Finnlandi hevur fótbóltur ikki sama áhuga, sum hann hevur í okkara parti av heiminum. Har yviri eru tað frælsur ítróttur og vetrarítróttargreinar sum íshockey og skíítróttur ? bæði lop og longdarrenning ? sum hava størstan á huga millum manna, og so kappkoyring av ymsum slagi.
Vaasa liggur út móti Botnisku víkini ? einar fýra hundrað kilometrar í ein útnyrðing úr Helsingfors. Har búgva 55 túsund fólk, og áhugin fyri fótbólti verður sagdur at vera størri har, enn hann er nakra aðra staðni í landinum.
Tá Vaasa var á Svangaskarði í síðstu viku vóru tvey blaðfólk við teimum. Eitt konufólk var fyri finska lokalblaðið í býnum, og eitt mannfólk var fyri svenska lokalblaðið í býnum. Hesin seinni segði okkum, at áskoðarametið hjá FC VPS Vaasa er 5.700, og tað møta altíð millum trý og fimm túsund áskoðarar. Hetta er fyrsta ferðin, at liðið luttekur í Europa Cup, og tí roknar tíðindamaðurin við, at áhugin verður stórur, nú HB kemur at vitja.
Úr Finnlandi frættist, at har kom tað óvart á, at finska liðið skuldi tapa 2-0 í Føroyum, tí finskur fótbóltur plagar ikki at hava trupulleikar at vinna á føroyskum liðum. Landsliðini hjá Føroyum og Finnlandi vóru í bólki saman í EM undankappingini í 1994 og 1995, og tá vann Finnland 5-0 á heimavølli og 4-0 á útivølli.
GÍ og B71 hava í Europa Cup spælt ímóti finskum liðum, og hvørgu ferðina hevur tað eydnast føroysku liðunum at fingið nakað burturúr. Í 1994 tapti B71 5-0 á heimavølli og 2-0 á útivølli ímóti HJK Helsinki, og í 1996 tapti GÍ 3-1 á útivølli og 1-0 á heimavølli ímóti FC Jazz.
Finski venjarin hevur ikki mist mótið um, at hansara lið skal megna at spæla seg víðari í europeisku kappingini, men hann ásannar, at tað verður torført, serliga um tað fer at eydnast HB at skora eitt mál.
HB møguleikarnir
Gunnar Mohr, formaður í HB, roknar við, at tað verður torført hjá hansara monnum, men hann heldur sjálvandi, at tað ber til:
? HB kemur undir stórt trýst, og so ræður um bæði at halda tætt og at fáa úrtøku burturúr onkrum av kontramøguleikunum, sum vit heilt víst fara at fáa, tí hinir fara at vera so álopshugaðir.
Hvussu fara tit at fyrireika tykkum til næsta umfar, um tit vinna hesa ferð?
? Nú skulu vit ikki selja skinnið, áðrenn bjørnin er skotin. Eg haldi, at møguleikin hjá okkum at sleppa víðari er millum 30 og 40 prosent. Men skuldi tað borið so væl á, so fer annar av ferðaleiðarunum, Jógvan Páll Lassen, beinleiðis úr Finnlandi og til Geneve fyri at vera til staðar, tá tað fríggjadagin verður drigið um, hvussu liðini skulu spæla í seinna innleiðandi umfarinum. Uttan mun til hvat úrslitið verður í Vaasa, so hevur venjarin avgjørt, at spælararnir skulu venja í Gundadali fríggjakvøldið og leygardagin. Vit skulu jú spæla í landskappingini ímóti B36 mánakvøldið.
Soltið á útivølli
Burtursæð frá HB síðsta mikukvøld, so er tað bara eina ferð komið fyri áður, at eitt føroyskt lið hevur vunnið í Europa Cup. Tað var tá KÍ í 1995 vann 3-2 á ísraelska Maccabi Haifa á Svangaskarði.
Einki føroyskt lið hevur vunnið í Europa Cup á útivølli. Í morgin er tað av sera stórum týdningi fyri framhaldandi luttøku, at HB fær eitt mál. Higartil hevur tað ongantíð eydnast hjá HB at gera mál á útivølli í europeiskum kappingum.
Besta úrslitið hjá HB á útivølli higartil var í 1993, tá teir í Riga taptu 1-0.