Morgunblaðið: Heimir heldur ikki fram í HB

Íslandska morgunblaðið skrivar í dag, at Heimir Guðjónsson ikki heldur fram í HB

Íslandska morgunblaðið skrivar í dag, at Heimir Guðjónsson ikki heldur fram í HB. Blaðið skrivar at familjan nú er flutt heim, og at Heimir Guðjónsson eisini verður at finna í íslendskum fótbólti, eftir at sáttmálin við HB gongur út í oktober.

Tað hevur leingi ljóðað, at fleiri íslendsk feløg hava víst Heimi Guðjónssyni áhuga, men at hann trívist væl í HB, sum eisini hevur eitt ynski um at leingja sáttmálan við íslendska venjaran. Heimir Guðjónsson vann í fjør FM, men í ár liggur liðið á fjórða plássi og rennur aftaná. HB er aftur í ár í finaluni um Løgmanssteypið.

##ms##