Mánadagin vóru líkini eftir donsku Louise Vesterager Jespersen, 24 ár, og norsku Maren Ueland, 28 ár, funnin í bjørgunum tætt við Imlil í Morokko. Genturnar vóru báðar myrdar, og hildi verður, at talan er um morð, sum er framt í samband við terrorismu.
Trýggjir mans eru undir illgruna at hava framt morðið á genturnar. Eisini er sjónband deilt á sosialu miðlunum, har sagt verður at tað vísir tað einu gentuna vera myrda, men hetta er ikki vátta av mynduleikunum enn. Í fylgi REUTERS sigst, at sjónbandið vísur gentuna verða skorna á háls við onkrum sum líkist einum køksknívi.
Genturnar kendust frá skúlanum, og vóru farnar at ferðast í ein mánað, teirra ferð byrjaði í Marokko har tær fyrst, áðrenn tær fóru gongutúrin niðan á fjalli, vóru eina viku á hotelli í Marrakech. Lars Løkke Rasmussen sigur at morðini vóru politiskt eggjaði og kundu tískil skiljast sum ein terroristisk gerð. Morðini verða framvegis kannaði.