Fótbóltur
21 ára gamli Mortan Hansen hevur gjørt av at skifta NSÍ búnan út við tann hjá toftamonnum. Tað eru einar tríggjar vikur síðani, at stóri álopsmaðurin fór at venja á Toftum, og leygardagin hevði Jóannes Jakobsen hann við í hópinum til steypadystin í Klaksvík.
Mortan Hansen skoraði einasta málið, og tað kann væl vera, at hann harvið kom eitt sindur longri fram í røðina, enn hann tóktist vera undan dystinum.
Í fjør vóru brasilumaðurin Marcello og Súni Fríði Johannesen vandamiklasta álopsparið í 1. deild. Súni Fríði var toppskjútti við sekstan málum, og Marcello var næstbestur við fimtan málum.
Leygardagin var Súni Fríði ikki við í Klaksvík, tí hann hevur trupulleikar í lærkrikanum. Marcello var einsamallur á toppinum fyrstu løtuna, men hann noyddist at taka seg úr dystinum við skaða, og so varð Øssur Jacobsen settur inn í einsamallu álopsódnina hjá B68.
Spælið hjá B68 var ikki serliga vinarligt ímóti Øssuri Jacobsen, sum av góðum grundum ikki hevði møguleika at arbeiða við bóltunum, sum ofta lógu í so ovarlaga.
So var tað, at Jóannes Jakobsen gjørdi av, at Mortan Hansen skuldi fáa møguleikan síðsta korterið. Nýggi maðurin vísti, at máltevið er á góðari leið. Fyrst var hann leysur og sendi dygst skeivu megin stólpan, so var hann aftur mest sum leysur men megnaði ikki at royna ímóti málinum, og so var tað, at hann við høvdinum skoraði einasta málið í Klaksvík leygardagin.
Nógv skaddur
Hóast hetta var fyrsti dysturin hjá Mortani Hansen á besta liðnum hjá B68, so er hann ikki ókendur í 1. deild. Mortan er uppvaksin í NSÍ, har hann eisini hevur spælt í fleiri ár í vaksnamannadeildini. Skaðar hava havt við sær, at hann ikki hevur spælt serliga nógv á besta liðnum. Í fjør var hann við í seks teimum fyrstu umførunum og var so burturi frá inntil tveir teir síðstu dystirnar. Í fjør skoraði hann eitt mál í 1. deild, og í trimum dystum í 2. deild skoraði hann eitt mál.
Eisini í 1999 var Mortan Hansen nógv skaddur. Tá spældi hann við í tveimum dystum heilt tíðliga á árinum og so aftur í trimum teimum síðstu. Úrtøkan var eitt mál í bestu deildini og seks mál í sjey dystum í næstbestu deildini.
Í 1998 gekk hópin frægari. Tá var nýggi B68 maðurin, sum er 21 ára gamal, væl fyri. Hann spældi við í trettan dystum og skoraði fimm mál. jh