Beate L. Samuelsen og Mortan Johannesen

Mortan tá hann sá Beatu: – Mítt hjarta gjørdi eitt hopp!

– Vit passa ótrúliga væl saman. Tað siga Beate L. Samuelsen og Mortan Johannesen, sum hava funnið saman sum par

Beate L. Samuelsen og Mortan Johannesen

Í Dimmalætting hesaferð er stór samrøða við Beatu L. Samuelsen, blaðkvinnu og fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting, og Mortan Johannesen, sum er kendur skipari og útróðrarmaður.

 

Tey bæði hava funnið saman, nú tey eru komin til árs, greiða tey frá í samrøðu, sum Leivur Hansen, journalistur, hevur gjørt við tey bæði, og sum er høvuðssøgan í Dimmalætting hesaferð.

 

– 80-ára gamli snildi einkjumaðurin, Mortan Johannesen, brúkti fiskavørur sum agn fyri at fáa syft styggu 75-ára gomlu Beate L. Samuelsen inn um lúnningina. Ein vælvaksin, feskur laksur fekk at enda hjarta hennara at blotna, skrivar Dimmalætting.

 

##med2##

 

– Eg hevði sitið einsamallur við hús kvøld eftir kvøld í meira enn hálvt annað ár og bínt og grátið og syrgt, grátið og syrgt um mína elskaðu konu og starvsfelaga, ið doyði frá mær vegna krabbasjúku í 2018, tá eg brádliga fekk eyga á Beate, og ein neisti aftur kveiktist í barmi mínum. Ja, tað var eins og í sanginum »Tá eg sá teg«: Mítt hjarta gjørdi eitt hopp!

 

##med8##

 

Soleiðis greiðir fremsta ímyndin av sølutorginum í Vágsbotni, prúði, sterki, opinskáraði og bersøgni Mortan Johannesen, Mortan hjá Andriasi, frá í Dimmalætting, tá hann verður spurdur, hvat ið fekk hann á gamalsaldri enn einaferð at royna eydnuna blíðu í kærleikans eydnuhjóli.

 

##med3##

 

Dastið av einum ári mundi ganga, áðrenn tey høvdu fingið brýnt hvørannan somikið, at par endiliga spurdist burtur úr teimum.

 

– Vit eru samd um, hvar mørkini skulu ganga. Vit hava hvør sín bústað og økonomi. Vit ganga ikki við ætlanum um at taka ring uppá, giftast ella nakað tílíkt. Vit eru samd um at halda fram við at vera leysir og sjálvstøðugir kroppar í øllum lutum – og annars bara hava tað gott saman, sigur Beate L. Samuelsen millum annað.

 

Dimmlætting fæst til keyps í leysasølu kring landið, haldarar kunnu lesa hana á www.dimma.fo.

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

 

 

 

 

Beate L. Samuelsen og Mortan Johannesen