Morten Messerschmidt sett atkvøðumet

Oddavalevnið hjá Danska Fólkaflokkinum setti atkvøðumet á valinum í gjár til Evropatingið.

Longu undan uppteljingini av teimum persónligu atkvøðunum var greitt, at oddavalevnið hjá Danska Fólkaflokkinum, Morten Messerschmidt, fór at fáa fleiri atkvøður enn nakað av hinum valevnunum.

 

So hvørt tær persónligu atkvøðurnar blivu taldar í dag, gjørdist spurningurin, um Morten Messerschmidt fór at klára at taka atkvøðumetið, sum Poul Nyrup Rasmussen setti á valinum í 2004, tá hann fekk 407.966 persónligar atkvøður.

 

Hóast 12 valdømi eru eftir at telja, er nú greitt, at Morten Messerschmidt hevur sett nýtt atkvøðumet, tí higartil hevur hann fingið 421.530 atkvøður.

 

Danski Fólkaflokkurin var tann stóri vinnarin á danska Evropa-valinum í gjár við næstan 27 prosentum av atkvøðunum.