Morten Olsen var langt síðani vorðin troyttur av italsku ákærunum um avtalað spæl millum Danmark og Svøríki, tá ið fjølmiðlafólk hittu hann á máli mikudagin.
? Teir hava ein øðrvísi hugsunarhátt, enn vit hava, so vit mugu seta eitt mark. Men eg skal ikki í feriu í Italia í ár, so tað kann kanska vera líkamikið, segði Morten Olsen.
Hann helt, at danir mistu bóltin ov lætt í dystinum ímóti Svøríki, og fleiri spælarar spældu ikki upp til sítt besta. Men hann hevur tó framvegis vónir um, at Danmark kann koma langt í kappingini.