Spanska fótbóltssambandið hevur spurt fótbóltssambandið í Danmark, um Danmark og Spania kunnu spæla ein venjingardyst tann 2. september. Men danir hava sagt nei takk.
Lars Berendt, kunningarstjóri hjá Dansk Boldspil Union, sigur við fjølmiðlarrnar, at tað verður ikki hildið ráðiligt at spæla ein venjingardyst bara fýra dagar undan tí sera týdningarmikla EM-heimadystinum ímóti Noregi.
-Sjálvandi hevur Morten Olsen, venjari, áhuga fyri tilboðnum úr Spania, men spaniumenn og notðmenn hava heilt hvør sín spælistíl, og tí kann ein dystur ímóti Spania ikki brúkast sum fyrireiking til dystin ímóti Noregi, sigur Lars Berendt.