Moss og Farrell nýtt par

Bretska blaðið Daily Star skrivar, at supermodellin Kate Moss nú hevur funnið sær ein nýggjan mann, eftir buldraliga forholdið til tónleikarin Pete Doherty.

Nýggi maðurin í lívinum hjá Moss skal sambært blaðnum verða Hollywood-stjørnan Colin Farrell. Felags fyri tey bæði er, at tey júst eru sloppin av við rúsevnismisnýtslu, og tey eiga bæði smá børn. Sambært Daily Star hittust tey bæði á einum hotelli í Miami herfyri.