Liverpool hevur fingið alt annað enn eina góða byrjan uppá kappingarárið 2022/23.
Vinnararnir av Fa cup og Carabao cup - ið eisini endaðu á einum øðrum plássi í heimligu kappingini og komu í Champions League finaluna í fjør - Liggja á einum tíggjunda plássi eftir 8 umfør.
Í hendingaríkum 3-2 tapi ímóti Arsenal í gjár gjørdist mótbrekkan enn brattari.
Tá 42 minuttir vóru leiktir mátti Luiz Diaz av vøllinum við skaða, orsakað av einum samanbresti við Thomas Partey. Jürgen Klopp ávaraði í samrøðu eftir dystin, at skaðin hjá Luiz Diaz kundi verða ein av teimum heilt keðiligu.
Í kvøld boðar Daily Mail og The Times frá, at Colombianarin ikki verður at síggja á vøllinum aftur fyrrenn eftir HM í Qatar. Diaz kemur sostatt at missa minst tíggju dystir fyri Liverpool.
Hesin skaðin er ikki orsøkin, at Luiz Diaz ikki verður við í HM í Qatar. Colombia megnaði ikki at spæla seg til HM-endaspælið, so Luiz Diaz hevði heldur ikki verið við til HM 2022 um hann var skaðafríur.