Mótmælisfólkini kunnu vænta sær ein skáa

Hóast Petur Skeel sigur frá ringum veðurlíkindum í morgin, so kunnu mótmælisfólkini á Vaglinum í Havn vænta sær ein skáa.

 

Sambært veðurforsøgnunum kunnu vit rokna við hvøssum vindi upp í 16 metrar um sekundið. Men sólin fer eisini at síggja, og hitin verður millum 7 og 10 stig.

 

Líta vit nærri at forsagnunum, so síggja vit, at ein skái verður í Havn um middagsleitið og fram til klokkan 15. Tá kunnu vit vænta sólglottar, strúk í vindi. Hitin verður um 10 stig, og millum klokkan 13 og 14 verður avfallið millum 0,1 og 0,5 mm. Ættin verður útsynningur, sum ikki er ringasta ætt í Havn.

 

Soleiðis kunnu mótmælisfólkini vænta sær ein glotta í annars keðiliga veðrinum, sum boðað verður frá.