Mánadagin 9. november vóru umboð fyri íbúgvar á Skála í býráðssalinum hjá Runavíkar Kommunu, har Hanlis Bech handaði býráðsformanninum, Magnus Rasmussen, mótmælisskriv við 455 undirskriftum frá ónøgdnum borgarum av Skála, Skálabotni, Funningsfirði, Funningi, Elduvík og úr Oyndarfirði.
Mótmælisskrivið við undirskriftunum er ein reaksjón ímóti avgerðini hjá tí sokallaða Skálafjarðarsamtakinum ímillum Runavíkar Kommunu, Nes Kommunu og Sjóvar Kommunu um at stongja sambýlið á Skála, fyri at opna nýtt sambýlið á Strondum.
Skálafólk skilja millum annað ikki, at einans 10 pláss skulu vera á vestara armi á Skálafjørðinum, meðan nærum 100 pláss eru á eystara armi. Tey vilja heldur, at sambýlið á Skála verður verandi opið, eisini eftir, at nýtt sambýlið er bygt á Strondum. Tey vísa millum annað á, at tað eru 92 fólk yvir 70 ár, ið búgva á Skála og í Skálabotni.
Hans Jákup Johannesen, fyrrverandi býráðslimur í Runavíkar Býrað, hevur í tilgongdini gjørt vart við, at í samgonguskjalinum ímillum Runavíkar Býrað og Skála Kommunu, tá kommunusamanleggingin varð framd, varð avtalað, at sambýlið á Skála skuldi halda fram og útbyggjast, og at samanlagda kommunan skuldi fara undir at byggja eldaíbúðir.
- Hetta er alt ein fíggjarlig raðfestin hjá kommununi, ið ikki raðfestir eldraøkið serliga høgt, og sæst tað týðuliga aftur á fíggjarkørmunum seinastu nógvu árini, har serliga ítóttur og mentan hava fingið í ovurmát, sigur Hans Jákup Johannesen.
- Nú arbeiðir Runavíkar Kommuna við eini ætlan um at byggja eina svimjihøll fyri líkandi upphædd. Skal ræðfestast rætt, eigur eldraøkið fyrst at verða raðfest, og dagført javnt í allari kommununi, sigur Hans Jákup Johannesen, ið eisini vil vísa á, at samlaði raksturin av eldaøkinum er nógv lægri at dagsins kostnaður av mentan og ítrótti í Runavíkar Kommunu.