Motorhead í nasi-gølu

Eitt týskt dagblað tók nú ein dagin myndir av Lemmy Kilmister, forsangaranum í Motorhead, har hann var í einum hatti við nasistasúmbolum á. Tað er ímóti týskari lóggávu at brúka nasista- súmbol, fløgg og heilsur, men forsangaranum í Motorhead dámar sera væl gamlar hernaðarbúnar og klæðir og hevur tískil eisini nøkur gomul nasistaklæðir. Sostatt hevur tann týska løgreglan nú eygað eftir Lemmy, sum í samband við eina konsert í Aurich var í einum hatti, sum SS herðmenn plagdu at brúka. Hatturin var pyntaður við tí kenda deydningarhøvdinum og nasista ørnini, ið hevði klørnar rundan um hakakrossin. Hetta sigur Kjendis.no.

The Guardian sigur, at teir týsku mynduleikarnir ikki hava sagt nakað um hesa hendingina alment, men at tað verður granska í sakini.

Lemmy Kilmister segði einaferð við New York Waste: Heilt frá byrjanini hava ?teir óndu? brúkt búnar, Napolion, Suðurstatirnir og nasistarnir. Teri hava allir ?killer?-búnar og SS-búnarnir eru fucking brilliant! Teir vóru rokkstjørnurnar í teirri tíðini, so hví ikki apa seg eitt sindur eftir teimum?

Hann greiður síðani frá, at hann als ikki er nationalistiskur, og at hann hevði sína fyrstu svørtu damu í 1967, og at ein tískil ikki kann rópa hann nasist ella rasist.