SEV
Klokkan var á leið 17.30, tá motorurin steðginum, og trygdarskipanin eftirfylgjandi steðgaði hinum motorunum eisini.
Finn Jakobsen, deildarstjóri á SEV, sigur, at ein motorur á Sundsverkinum brádliga steðgaði. Hetta hevði við sær, at trygdarskipanin, sum verjir teknikkin, gav eitt stoppsignal, so allir motorarnir í skipanini steðgaðu.
Um sekstíðina vóru motorarnir á Sundi og turbinurnar á Eiði komnar í gongd aftur, men trupulleikar við uppstartinum av turbinunum í Vestmanna gjørdu, at tað tók longri tíð enn ætlað at kobla streymin til aftur, sigur Finn Jakobsen.
Suðuroy og útoyggjarnar undantiknar
Streymurin fór um alt meginøkið. Suðuroy og útoyggjarnar vóru ikki raktar, tí tær eru ikki knýttar í netið í meginøkinum.
Tey fyrstu fingu streymin aftur um hálvgum sjey-tíðina, eftir at hava ligið í streymloysi í ein lítlan tíma. Hini fingu streymin aftur hálvan tíma seinni ella so.