Klokkan 17:30 í kvøld var móttøka í Pálsshøll í Vági fyri svimjarunum í Susvim, sum høvdu sera góð úrslit at vísa á í Reykjavik International Games um vikuskiftið.
Tað var Vágs Kommuna, ið beyð til móttøku. Men fyrst hevði formaðurin í Susvim orðið, og takkaði Marlon Kjærbo m.a. fyri allan tann stuðul, ið felag og svimjarar fáa. Hann gav síðani venjaranum orðið.
Jón Bjarnason endurtók m.a. tað, sum hann hevur ført fram eftir kappingina, og sum er eitt slag av aftursvari uppá tað, sum onnur hava ført fram, nevniliga, at nú síggjast úrslit av Pálshøll. Hesum er Jón Bjarnason als ikki samdur í, tí hann vísir á, at svimjarar í Suðuroynni í mong ár hava slóðað og skapt úrslit, eisini tá vant varð í 25 metra hyli og innan Pálshøll kom uppá tal.
Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, ynskti tillukku og segði sum var, at nú var næstan soleiðis, at ein ikki visti hvat skuldi gerast fyri at heiðra hesi fólk, sum ferð eftir ferð venda heim við góðum úrslitum, metum og heiðursmerkjum. Og tí fall valið hesaferð á at stuðla felagum, og handaði Dennis Holm formanninum í Susvim peningagávu.
Og so var kaffi og køkur á skránni og fólk fingu høvi at heilsa uppá hópin av svimjarum, ið afturkomin er úr Reykjavík. (Sí eisini myndarøð).