Móttøka í dag: Ellisheimið 90 ár

Tann 11. august í ár bleiv Ellisheimið í V.U. Hammershaimbs gøtu 90 ár.

Tað verður hátíðarhildið við almennari móttøku í dag, 2. september, klokkan 14-17.

Dagurin verður hildin niðriundir í salinum á Ellisheiminum, V.U. Hammershaimbs gøta 7, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Ellisheimið varð vígt 11. august 1935, og fyrstu fólkini fluttu inn 15. august 1935. Í nógv ár var hetta einasta ellisheim í landinum. Heimið hevur 24 búfólk.