Inter Milan var á vitjan hjá niðurflutta Siena, meðan Chievo Verona tók ímóti AS Roma. Støðan undan dystinum var, at Inter hevði tvey stig fleiri enn Roma, men um liðnini endaðu á sama stiga tali, so vann Roma orsaka av at hava klára seg betri í innanhýsis uppgerðinum ímóti Inter.
Tá fari var til hálvleiks var Roma á odda við tveimum málum frá Mirko Vucinic og Daniele De Rossi, meðan tað var málleyst hjá Inter. Eitt korter inn í seinna hálvleik kom avgerandi løtan, tá Diego Milito legði Inter á odda. Einki mál kom aftrat í dystinum og sostatt er Inter Milan italskur meistari.
Inter endaði Seria A á 82 stigum, meðan Roma hevur 80. Á triðja plássi er AC Milan við 70 stigum. Sampdoria endaði á seinasta Champions League plássinum við 67 stigum.