Mourinho verri hagtøl enn Moyes

José Mourinho hevur gjørt tað verri uppá sínar fyrstu níggju dystir í Premier League enn David Moyes gjørdi í 2013

Hagtøl kunnu bendast sigst, men taka vit støðið í hagtølunum higartil í hesum kappingarárinum í Premier League, so hevur tað hilnast verri hjá José Mourinho, sum venjara hjá Manchester United aftaná 9 dystir í Premier League, enn tað gjørdi hjá David Moyes aftaná hansara fyrstu 9 dystir, sum venjari hjá United afturi í 2013.

 

Aftaná 9 dystir í Premier League hevur José Mourinho 14 stig fyri fýra sigrar, tveir javnleikir og trý tap, og ein málmun uppá 13-12.

 

Aftaná 9 dystir í Premier League í 2013 hevði David Moyes 14 stig fyri fýra sigrar, tveir javnleikir og trý tap, og ein málmun uppá 14-12. Also er José Mourinho eitt mál verri enn David Moyes teir fyrstu 9 dystirnar í Premier League, sum venjari hjá Manchester United.

 

0-4 tapið hjá Manchester United ímóti Chelsea á Stamford Bridge ígjár var tað størsta tapið hjá José Mourinho í teimum 222 dystunum hann hevur verið venjari hjá einum liði í Premier League.

 

Gongdin er eisini ótrúliga vánalig hjá Zlatan Ibrahimovic, sum fyri fyrstu ferð síðani 2010 ikki hevur skorað í fimm ligadystum á rað fyri sítt lið.

 

Manchester United legendan, Gary Neville, sum er viðmerkjari hjá SkySports hevur tó verið úti og vart José Mourinho, og sigur, at hann væntar, at betri skil kemur á seinni í kappingini.