Rakstrarúrslitið hjá alifelagnum Mowi í øðrum fjórðingsári í ár var á 2,1 miljardir norskar krónur samanborið við 1,7 miljardir í sama fjórðingsári í fjør. Rakstrarinntøkur og aðrar inntøkur vóru á 10,2 miljardir norskar krónur móti 8,9 miljardum í sama fjórðingsári í fjør.
Samlaða nøgdin av tiknum laksi í øðrum fjórðingsári í ár var á 98.483 tons móti 78.346 tonsum í øðrum fjórðingsári í fjør. Væntandi verður samlaða nøgdin, sum Mowi fer at slakta í ár, 430.000 tons.
- Hetta var eitt gott fjórðingsár fyri okkum við einum vøkstri á 26 prosent í nøgd samanborið við annað fjórðingsár í fjør. Raksturin var sum heild góður, og útreiðslurnar eru minkandi á fleiri alistøðum.
Í samrøðu við ilaks.no sigur Alf-Helge Aarskog (mynd), samtaksleiðari í Mowi, at sølan av bæði fóðuri og meirvirkaðum fiski í øðrum fjórðingsári í ár var methøg.