Mr. Bean stjóri í Bank of England

Bretar settu ivaleyst í hálsin, tá ið blaðið The Times í vikuni skrivaði, at Mr. Bean verður nýggjur stjóri í Bank of England.

Fólk hugsaðu ivaleyst um kenda filmsfigurin hjá Rowan Atkinson, men tað var ikki tann Bean, sum varð blivin bankastjóri. Tað var Mr. Charlie Bean, sum frammanundan var ein leiðandi fíggjarmaður í Bank of England.