Tað eru nú seks vikur síðani Bolton-leikarin Fabrice Muamba fekk hjartasteðg, og eftir óvæntaða góða uppvenjing slapp hann í gjárkvøldið á fyrsta sinni aftur á sín heimavøll, Rebook Stadium, har hann fekk eina rimmar góða móttøku frá teimum úti við 30.000 áskoðarunum.
Bolton- og Tottenham-fjepparar sungu í felag navnið hjá Fabrice Muamba, sum small í vøllin júst í einum dysti ímillum Tottenham og Bolton - tá var tað á White Hart Lane hjá Tottenham og í gjárkvøldið á Reebok Stadium hjá Bolton. Tað var eyðsæð, at hann var rørdur og tárini vóru ikki til at halda aftur.
- Eg havi tað gott og tað er gott at vera aftur. Hetta er eitt serligt stað fyri meg, og eg eri ógvuliga takksamur, segði 24 ára gamli Fabrice Muamba við fjøldina.
Síggið sjónband av Fabrice Muamba heima aftur á Reebok Stadium niðanfyri.