Mugabe fær vápn hóast handilsbann

Hóast altjóða samfelagið longu í 2002 bannaði øllum londum at selja Zimbabwe vápn, brýtur Kina bannið og heldur fram við at selja stýrinum hjá Robert Mugabe, forseta vápn. Tað skrivar suðurafrikanska blaðið South Afrca Report.

Sambært blaðnum hava zimbabwisku trygdardeildirnar fingið ta fyrstu av fleiri sendingum, og í henni vóru millum annað 20.000 AK47-byrsur, hermannabúnar, 21.000 hondjørn og 12 lastbilar. Vørurnar vórðu sendar umvegis eitt land í Afrika, men tað er ikki greitt, hvat land talan er um.

Ein vápnasending afturat er á veg úr Kina og skal latast myndugleikunum í Zimbabwe innan árslok, skrivar South Africa Report.