Mugu bara góðtaka at tey ikki fáa náttarfrið

Tað er ov dýrt at gera nakað við trupulleikan

 

Vit fara ikki at brúka tíggjutals milliónir fyri at skip, sum liggja við bryggju í havnum í Tórshavnar Kommunu, kunnu fáa streym úr landi. Tað ger Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar býráð greitt í Sosialinum í dag.

 

Sosialurin skrivar, at ein kanning vísir, at tað er so dýrt at skipa fyri, at skip kunnu taka streym úr landi, at íløgan er ikki burðardygg. Samstundis verður streymurin so dýrur, at tað er nógv bíligari hjá skipunum at gera hann sjálvur.

 

Tað er ein politisk avgerð, hvat skal henda á økinum, men Bogi Andreasen sigur púra greitt, at í løtuni eru ongar ætlanir um at brúka so nógvar pengar upp á at koma hesum trupulleikanum til lívs. Talan má vera um eina skipan, sum eisini loysir seg fyri skipini og íløgan má eisini vera burðardygg, sigur hann.

 

Hann ivast eisini í, hvussu væl ein skipan við landstreymi hjálpir upp á trupulleikan, tí ljóðkanningin vísir, at nógv av larminum stavar frá ferðslu, sigur hann við Sosialin. Harafturat staðfestir Bogi Andreasen eisini, at tey fara ikki at banna skipum, sum ikki kunnu taka ímóti streymi úr landi, at leggja at bryggju í Tórshavnar kommunu.

 

Hann sigur við Sosialin, at skal ein slík skipan ikki vera kappingaravlagandi, verður tað neyðugt at fáa felags reglur fyri alt landi, og tískil er tað ein landsuppgáva at gera reglurnar á hesum øki.

 

Vit hava meiri um hetta í Sosialinum í dag, har vit eisini vísa eitt roknistykki hjá Tórshavnar Havn, sum vísir, at ein slík skipan er so dýr at gera, og so dýr at brúka, tað er ein spurningur um pengarnir ikki eru burturspiltir.