Sjálvur hevur hann fleiri ferðir sagt, at ein oljuvinna kann vera ein ótrúlig hjálp fyri tað føroyska samfelagið. Tað kann blíva tað beinið, sum vit kunnu standa á aftrat saman við okkara fiskivinnu. Samstundis er oljuvinnan eisini ein stór avbjóðing fyri okkara politikarar. -Eg síggi tað sum okkara fremstu uppgávu nú - ikki at fáa sum mest burtur úr sum gjørligt men kanska meira hetta at tryggja, at árinið á føroyska samfelagið frá eini útlendskari vinnu, sum eitur oljuvinnan, verður so lítið sum møguligt.
Tað er tí ikki uttan vandar, at vit fara inn í hesa nýggju vinnulívssøguna heldur Jóannes Eidesgaard, sum sigur, at vit rættiliga skjótt eiga at fara undir eitt politiskt orðaskifti um oljuvinnuna, eisini tá vit tosa um búskapargrunn.
-Hvussu kunnu vit stýra hesar inntøkur, so tær ístaðin fyri at gerast ein vanlukka fyri føroyska samfelagið kunnu blíva eitt vælsignilsi, um tað verður væl umsitið! Eg vænti tí, at landsstýrið skjótt fer at taka stig til at eina debatt um avleiðingar av eini oljuvinnu og hvussu hetta samfelagið skal fyrihalda seg til hesa nýggju og ókendu avbjóðing.
Hann sigur annars, at alt hetta ber bráð av, at hetta er ein útlendsk vinna. Tann føroyski parturin í øllum hesum partinum er sera avmarkaður. -Tað er okkara vón, at hesin útviklingurin kann vera til bata fyri alt tað fólkið, sum býr her. Tað er umráðandi, at vit hava tað í huganum, tí tað hava vit gloymt, tá tosað verður um fiskivinnuna. Tað er fólkið, sum eigur tilfeingið. Tí mugu vit politiskt taka stig til, at fólkið veruliga fer at merkja batarnar, sum kunnu verða avleiðingarnar av oljuvinnuni. At tað ikki verður ein rá kapitalistisk verð men ein vinna, sum eisini kann kasta av sær til okkum, sum nú liva og kanska serliga okkara eftirkomarar.
Jóannes Eidesgaard er annars ónøgdur við, at vit ikki fingu eitt alment oljufelag ella optións við slíkum inn í loyvini. Hann metir tað sum stórt afturstig og vísir á støðuna sum andstøðuna hevði í hesum máli til júst almenna oljufelagið.
Eyðun Andreassen, fólkalívsfrøðingur, sum eisini varð hjástæddur til handanina og sum hevur skrivað fleiri áhugaverdar greinar um árinini av hesi vinnu tekur undir við teimum, sum sakna eitt veruligt orðaskifti um avleiðingarnar av oljuvinnuni og hvussu vit ætla at inrætta okkum. -Men tað kemur kanska. Tað er so upp til okkara egnu ábyrgdarfólk at taka slíkt stig leggur hann aftrat.