Mugu fáa strangar reglur fyri flóttafólk í Føroyum

Onnur hava ringar royndir at flóttafólki og tað má ikki henda í Føroyum

- Tað má ikki henda í Føroyum, at at vit ikki skulu tora út fyri dyr fyri fremmandafólki.

Tað heldur heldur ein av okkara fremstu fakfelagsfólkum, Hans Joensen, sum er formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.

 

Eisini hann leggur seg út í kjakið um føroyingar skulu taka ímóti flóttafólki og hann heldur, at fremsta endamálið má vera at hjálpa teimum har tey eru.

- Men taka vit flóttafólk til Føroya, má tað vera undir serstakliga strongum reglum og væl skipaðum viðurskiftum.

 

Hann vísir á, at aðrastaðni hava tey sera ringar royndir av flóttafólki og onkustaðni tora fólk ikki út fyri dyr fyri víðgongdum fremmandafólki.

- Tað má ikki henda í Føroyum. Tað má ikki henda, at vit enda við at verða kúgað í okkara egna landi av fremmandafólki sum vilja trýsta sína læru og síni virði niður yvir okkum, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag.

- Tí mugu reglurnar vera, at tey laga seg til okkara viðurskifti, tí annars er vandi fyri, at fremmandur átrúnaður og fremmand mentan yvirtekur landið.

 

Hans Joensen sigur, at hann hugsar ikki um dagin í dag ella næsta ár.

- Eg hugsi um næstu ættarliðini og hava vit ikki strangar reglur so at fremmandafólk ikki sleppa at skúgva okkara kristnu virði til viks.

 

Hann vísir á, at vit hava rættiliga fitt av tilflyting. Men tað er natúrlig tilflyting og hetta eru tilflytarar, sum eru kærkomnir í hesum landi.

- Men at taka ímóti flóttafólki er hinvegin ein sera eymur spurningur og eg haldi ikki, at politikarar hava dugað væl at hugsa um vælferðina hjá vanliga føroyingum.

Hann sipar til, at politikarar, sum kunnu finna upp á at seta flatskatt í gildi, og forskatta pensjónir, soleiðis sum føroyskir politikarar gera.

- Eg havi ikki álit á, at politikarar, sum kunnu finna upp á slíkt, eru førir fyri at hugsa um framtíðina hjá vanliga føroyinginum, heldur ikki í flóttafólkamálum, sigur Hans Joensen.

 

Hann sigur, at koma flóttafólk  til Føroya, mugu vit eisini gera okkum greitt, hvat vit ætla at bjóða teimum.

- Tað ber ikki til at fáa flóttafólk higar og tyrpa tey saman í eina flóttafólkalegu onkustðani. Vit mugu hava góð tilboð til tey og tað má vera undir sera væl skipaðum umstøðum, og eftir greiðum mannagongdum, sigur Hans Joensen.