MAMMUTORÐASKIFTIÐ á fólkitingi um bankamálið er av á hesum sinni - ella kanska rættari med alla. Í hvussu er tann parturin av hesum málinum, sum snýr seg um danska sjálvrannsakan. Eftir eina øgiliga melduródn við vindmegi 24 er nú gott veður bæði so og so á fólkatingi. Stjórnin hevur yvirlivað ringastu brotasjógvarnar og stuðulsflokkar hennara halda seg kunna fara út aftur til veljarar sínar at biðja um stuðul, tí teir hava funnist at stjórnini - samtíðis hava teir heldur ikki lovað føroyingum gull og grønar skógir.
TAÐ sýnist sum, at danskir politikarar hava gloymt, hvat hetta snýr seg um, nú teir hava gjørt málið til eitt innanríkispolitiskt ping-pongspæl, har taðmeira ræður um at vinna sær tekkju millum donsku veljararnar enn at skula taka støðu til eitt endurgjald til Føroyar.
NÚ tá alsamt fleiri halda, at tað rætta hevði verið ein dómarakanning heldur enn hesin kanningarhátturin, nívir tað ikki sørt at vera føroyingur. Tvs. at alt hetta stríðið hjá Grønborg hevur lutvíst verið til fánýtis, nú sjálvt útgangsstøðið ikki var tað rætta, nevniliga at kunna plasera ábyrgd. Nú hevur bráddliga eingin ábyrgd men fyri at sleppa undan henni vilja teir kortini lata føroyingum ein skilling ella tveir fyri tort og svie.
HÓAST vit føroyingar ikki eiga at leypa framav og bara seta krøv og aftur krøv og sleppa okkum undan ábyrgd, so kann ein tó siga - við m.a. fólkatingsdebattini sum grundarlag - at tekin eru ikki til, at vit fara at fáa tað afturgoldið, sum vit hava rætt til eftir donsku svikagerðina. Tí jú nærri nærkast vali í Danmark tess torførari verður hjá donskum politikarum at vera ?yvirgalantir? móti føroyingum, sum jú sjálvir hava ábyrgdina av øllum. Hetta er tað, sum nógvir veljarar í Danmark fara at sita eftir við, nú vit hoyrdu, hvussu debattin á fólkatingi gjørdist ein uppgerð við føroyskt oysl og yvirforbrúk. Ja ein moralskur peikifingur.
VIT føroyingar eiga ikki at vera undirbrotligir. Vit eiga heldur ikki at seta órímulig krøv. Vit eiga krevja at verða virdir sum fólk á jøvnum føti við aðrar borgarar í ríkinum og við teimum serstøku umstøðum sum vit liva undir, her eitt nú eina økonomi, sum byggir á fiskastovnar og fiskaprísir, ið kunnu verða so svikaligir, at teir koppa samfelagnum. Vit hava einki ímóti góðum ráðum frá dønum, men havið tykkara moralsku peikifingrar fyri tykkum sjálvar. Føroyingar krevja av harra Nyrup Rasmussen - eftir hansara so yvirblíðu framferð undir vitjanini í Føroyum - at hann og hansara nú liva upp til tað, sum liggur í kortunum í hesi bankakanning, nevniliga, at føroyska samfelagið fær tað endurgjald, sum rímuligt er, hvussu tað so enn verður útgoldið.
TÁ hetta er sagt halda vit eisini , at føroyski fólkatingsmaðurin Óli Breckmann átti at fingið durafjórðingin frá føroyskum veljarum við næsta val. Nettup ein av orsøkunum til, at nógvir danir í dag eygleiða okkum sum tað teir gera, eru meiningar, sum eru skaptar av óhugnaliga og niðurgerandi retorikki Breckmanns. Hvat líkist tað, tá eitt fyri allar føroyingar so stórt ávlarsmál verður viðgjørt, at ein føroyskur fólkatingsmaður brúkar høvið til at reka sín egna partapolitikk á fólkatingi! Hvørjum tænir hansara niðurgerðing av føroyskum sosialistum annað enn til at skapa enn størri mótstøðu frá danskari síðu móti føroyingum sum heild!
TAÐhvílir ein stór og tung ábyrgd á føroyskum politikarum í hesum døgum . Talan er um eina uppgávu, sum skal útinnast ikki bert á skilagóðan og avgjørdan hátt men eisini við virðing. Vit eiga at krevja rætt okkara men samtíðis røkja okkara skyldur. Danir skulu gjalda fyri sítt svik - og tá tað er gjørt - eiga vit og danir at stinga út í kortið av nýggjum. Bankamálið má ikki sleppa at detta á gólvið- tí tá verða viðurskiftini millum Danmark og Føroyar ongantíð at koma aftur í rætt lag. Her hvílir so sanniliga eisini stór ábyrgd á dønum - ikki at lata bankamálið detta á gólvið.