Mugu koyra eftir oyggj

Frá í morgin, týsmorgunin, til fríggjamorgun mugu øll tey, sum ætla sær til Havnar til arbeiðis, koyra eftir Oyggjarvegnum. Tað eru boðini frá Landsverki, sum hevur valt at steingja vegin millum Sandvíkarhjalla og inn á Sund

“Vegna arbeiði verður Kaldbaksvegurin, frá íbindingini á Sandvíkarhjalla og inn á Sund, stongdur fyri allari ferðslu frá týsmorgni, 12. desember kl. 09.00, til fríggjamorgunin, 15. desember kl. 07.00. Í hesum sambandi verður víst til Oyggjarvegin.”
Tað eru boðini frá Landsverki, og tey koma dátt við hjá mongum. Á heimasíðuni hjá Landsverk stendur, at Landsverk byggir land, men tað eru tey, ið hava ført fram, at Landsverk við hesum steingir landið.
Vit hava tískil ringt til stjóran í Landsverk, Oyvind Brimnes, og spurt hann, hví tey hava valt at steingja vegin á hávetri og nú veðurforsøgnin sigur upp í kolandi storm?
– Ætlanin er, at vegurin skal vera seyðafríur. Men skal tað vera, so er neyðugt við eini seyðasmogu undir vegin.
Men er tað neyðugt at gera eina slíka smogu júst nú?
– Ja. Tað er soleiðis, at fjarhitarør verða løgd frá Sundsverkinum til Havnar júst nú. Seyðasmogan má verða løgd undir hesi fjarhitarør, og tað er ikki nakað, sum kann gerast aftaná, men má gerast nú, sigur Oyvindur Brimnes.
Meta tit, at tað er forsvarligt, at leiða ferðsluna um Oyggjarvegin, nú hann sigur upp í kolandi storm?
– Ja, tað meta vit. Vit gera okkum altíð nakrar metingar, hvørt okkara avgerðir kunnu forsvarast. Nú gera vit so er serligan innsats fyri rudda og salta Oyggjarvegin, og skuldi tað hent seg, at tað vísir seg at vera óforsvarligt, at koyra eftir oyggj, so er tað soleiðis, at vit kunnu lata upp fyri ávísari ferðslu, sigur Oyvindur Brimnes.
Hvussu er við neyðsynjarakførum, bussum og bygdaleiðum?
– Tey mugu eisini koyra eftir Oyggjarvegnum sum øll onnur, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverk.