Tá málið um donsku sjóverjutyrlurnar var uppi og vendi seinast, var avgjørt, at tað var málsøkið hjá Fiskivinnustýrinum, av tí, at talan var um bjargingartænastu. Vit hava tí vent okkum til Fiskivinnustýrið og spurt um teirra støðu til málið, sum tað liggur nú.
Elmar Højgaard, stjóri á Vaktar- og Bjargingartænastuni, sigur, at verður úrslitið at meginparturin av tyrluflogskiparunum sigur upp, so er eingin vón fyri, at donsku sjóverjutyrlurnar kunnu flúgva í Føroyum.
? So vera vit noydd til at taka støðu út frá tí, sigur hann.
Og hetta hóast tað er uppgávan og ábyrgdin hjá Marinustøðini at vera bjargingarmiðstøð.
? Tá lógin um Vaktar- og Bjargingartænastuna varð tikin av, var eisini okkara ábyrgd fyri bjargingini tikin burtur, og við tí, má hon aftur vera farin til Marinustøðina, haðani hon upprunaliga kom, sigur Elmar Højgaard.
Hava álit á okkum
Elmar Højgaard vísir tó kortini á, at um tað skuldi komið til skarskeringar, so er tað á føroysku vaktartænastuni fólkið hevur álit á.
? Tí royna vit eisini at arbeiða við málinum um tilbúgving. Vit hava havt fund við Atlantsflog um teirra nýggju tyrlu, og eg haldi tað ljóðaði stak áhugavert. Men tað tekur sína tíð, at fáa eina slíka skipan upp at standa, sigur Elmar Højgaard.
Atlantsflog sigur, at teir vera til reiðar um eitt ár. Hvat við tíðini, sum liggur ímillum?
? Nú mugu vit fyrst fáa at síggja hvat veruliga hendir í Danmark - um allir flogskipararnir siga upp ella ikki. Tað er greitt, at siga teir upp, so er støðan á bjargingarøkinum ikki gó, sigur Elmar Højgaard.
Hann leggur afturat, at tað tó er avgerðandi neyðugt, at Atlantsflog, og teir, sum eru við í tí verkætlanini, fáa neyðugu tíðina at fyrireika seg í.
? Um so verður, so mugu vit klára okkum við teirri útgerðini vit hava, hóast tyrlan ikki er tann best egnaða til bjargingaruppgávur, sigur Elmar Højgaard.