Mugu seta sparingar í verk á Eiði

Næsta ár verður skattainntøkan á Eiði væl lægri enn í ár

- Næsta ár verður uttan iva neyðugt at seta sparingar í verk á Eiði.

 

Tað ásannar borgarstjórin, Jógvan í Skorini, borgarstjóri.

 

Hann sigur, at tað rakar kommunukassan hart, at tað eru so nógvir mans á Eiði, sum arbeiða og rinda skatt uttanlands.

 

Tað ávirkar ikki kommunukassan minni hart at virkið Norðís hevur verið stongt tað mesta av árinum og so vítt tey vita, røkist onki fyri, at tað letur upp aftur næsta ár.

 

- Í eini lítlari kommunu sum á Eiði hava sjálvt smáar broytingar stóra ávirkan á inntøkurnar hjá kommununi, sigur borgarstjórin.

 

- Avleiðingin av øllum er, at fyribils metir Taks, at skattainntøkan á Eiði fer at vera eini 10 prosent lægri næsta ár, enn hon er í ár.

 

- Kanska verður endaliga úrslitið, at inntøkan minkar eini fimm prosent og sostatt sleppa vit ikki undan at seta tiltøk í verk, sigur borgarstjórin

 

Skattaprosentið á Eiði er 20,75 prosent og barnafrádrátturin er 7.500 krónur fyri hvørt barnið undir 18 ár.

 

Borgarstjórin sigur, at ætlanin er ikki at broyta hesi viðurskifti. Heldur er ætlanin at seta sparingar og rationaliseringar í verk.

 

Men hvørji øki verða rakt, vil hann ikki siga enn.

 

Myndina av Eiði tók Erik Christensen.