Mugu skerja so tað munar

Nú politikararnir skulu endurskoða lógina um vinnuligan fiskiskap. mugu teir skerja fiskidagarnar, so tað munar, heldur Anfinn Olsen, útgerðarmaður -Tað dugir ikki at skarva nøkur fá prosent av fiskidøgunum. Hesaferð mugu politikararnir skerja fiskidagarnar við einum tvícifraðum prosenttali, sigur Anfinn Olsen, útgerðarmaður, við Sosialin.

Hann sigur, at umframt skerjingina í fiskidøgunum eiga politikararnir at friða fleiri uppvakstrarøki, og harafturat eiga teir at umhugsa eina skipan við upphøggingarstuuli fyri at fáa nøkur fiskiloyvi úr vinnu, heldur hann.

-Vit fáa ov lítið burtur úr hvørjum húki og hvørjum troltíoma, og tí mugu vit hesaferð taka stig, sum muna, sigur Anfinn Olsen við Sosialin.