Tekningarnar fóru víða um heimin, har tær vóru endurgivnar í kendum tíðarritum og bløðum. Hetta østi tann islamiska heimin, sum vera mann, og varð handilsboykott lýst av donskum vørum í hesum londum. Danabrók varð brend alment og dukkur, sum ímyndaðu danska forsætisráharran, vóru brendar ella hongdar í gøtunum kring um í islamiska heiminum. Eldur varð eisini settur á onkra danska sendistovu.
Mangur hevur sett spurningin, hví og hvat var endamálið við slíkum tekningum ella provokatión? Tá svarað hevur verið, verður víst til tali- og skrivifrælsi, um verju av demokratinum o.s.fr.
Var tað nú vegna tælifrælsi??
Fyri nøkrum árum síðani fór land okkara ígjøgnum eina djúpa fíggjarliga kreppu. Útlendsk bløð, serliga tey donsku, vóru á tremur við frásøgnum higani. Tey vistu øll so sera væl, hvat orsøkin var. Føroyingar høvdu livað yvir evnir! Teir høvdu bygt tunnlar og brýr í hópatali o.s.fr. Eingin endi var á teirra ástøði og boð uppá, hvat orsøkin til okkara kreppu varð. Har var eisini kappast um at greiða teirra lesarum frá, hvussu ábyrgdarleys vit høvdu verið. Tey fírdu ikki fyri, at borðreiða við beinleiðis lygnum um okkum, og tað kreppu vit vóru komin í – stóru og feitu yvirskriftirnar skuldu jú selja, so vertin á hvat var sannleiki og hvat var lygn.
Sjálvandi gjørdist hetta ovboðið fyri mong her á landi. Fleiri trivu í pennin, og sendu viðmerkingar og rættleiðingar til donsku bløðini. Flestu av hesum viðmerkingum og rættleiðingum komu ongantíð á prent. Tá hevði tali- og skrivifrælsið ongan týdning.
Danir vita og duga best!
Fyri stuttum vóru nakrir menn handtiknir í Danmark, skuldsettir fyri at hava ætlanir um, at drepa ein av hesum donsku muhamedsteknarunum. Sum hevnd fyri slíka ætlan, valdu donsku bløðini at endurprenta nevndu muhamedstekningarnar. Úrslitið varð enn einaferð øsing, ófriður og boykott av donskum vørum í islamiska heiminum.
Eisini her á landi valdi Dimmalætting at endurprenta hesa tekning. Hvat endamálið hjá Dimmu var, er torført at fáa eyga á. Men tað vísir seg so, at tað sum danir gera, skulu vit sjálvandi apa okkum eftir. Danska sjónvarpið sendir 90-ára føðingardagin á hvørjum nýggjáraftan. Tað mugu teir um. Hvat ger so SvF, jú, teir gera tað sama, tí danir gera so. Danir endurprenta muhamedstekningar, so mugu vit gera tað sama o.s.fr.
Skulu øll verða sum danir?
Danir skuldu læra islamiska heimin um demokrati, tali- og skrivifrælsi. Teir skulu læra teinkja og vera sum danir, annars eru teir tápulingar. Vit føroyingar skulu eisini læra at verða sum danir og teinkja og hátta okkum sum teir, annars eru vit býttir. Danir vita best!!! Teir lærdu okkum jú um ”sandhedens time” á sinni.
Sjálvt her á landi eru fólk, sum hava hava fingið skil á, at danir vita og duga best. Tey halda, at føroyingar duga einki!! Vita einki!! Kunnu einki!! Tí skulu vit m.a. einki føroyskt Fíggjareftirlit hava. Annars missa vit okkara trúvirið!!! Sig so tað!! Hví skulu vit yvir høvur teinkja sjálvi???? Danir duga jú best. Lat teir teinkja fyri okkum!!!
Eg spyrji, hvar er okkara sjálvsvirði og okkara sjálvsálit?? Nær fara vit at hugsa sjálvi??