Mumford & synir fingu Merkið

Hóskvøldið vitjaði bretski rokkbólkurin Mumford & Sons Keypmannahavn, har teir spældu eina konsert í Forum.


Ikki óvæntað, so høvdu nógvir føroyingar tryggjað sær eitt atgongumerki, nú ein av heimsins størstu bólkum vitjaði kongaríkið.


Onkur heppin føroyskur fjeppari slapp eisini heilt tætt upp á teir fýra Marcus Mumford, Ben Lovett, Winston Marshall and Ted Dwane, tí í gjár legði bólkurin eina mynd út á teirra Instagram við tí føroyska flagginum.


- Vit fingu hetta síðstu nátt. Tað er feitt, og nú vit vita hvar tað er frá, er tað uppaftur feitari. Fyrsti persónur at gita landið vinnur, skrivar bólkurin á Instagram.


Nú teir eru so fegnir yvir at hava fingið Merkið, er tíðin kanska búgvin til at G!, Summarfestivalurin ella Voxbotn smíða meðan jarnið er heitt og fær teir til Føroya.