Murray fær revsingina í dag

Í dag fær Conrad Murray, sum var lækni hjá Michael Jackson, at vita, hvussu leingi hann skal sita aftan fyri rimarnar. Tann 7. november varð tann 58 ára gamli læknin dømdur fyri óviljað manndráp, og hann kann fáa upp í fýra ára fongsul.

Nevningarnir komu til ta niðurstøðu, at Conrad Murray hevði givið Michael Jackson eina drepandi nøgd av evninum Propofol, sum er eitt doyvingarevni, ið vanliga verður brúkt til at doyva sjúklingar undir skurðviðgerð. Í rættinum noktaði læknin seg sekan.

Conrad Murray hevur sitið í varðhaldinum, síðani hann bleiv dømdur. Í dag fer dómarin, Michael Pastor, so at kunngera revsingina. Sambært lógini kann læknin fáa upp í fýra ára treytaleysa fongsul, men dómarin kann eisini døma hann treytaða fongsulsrevsing ella húsavarðhald.